Danski Fiskaríbankin letur aftur 31. desember í 2008, og í hesum døgum fáa viðskiftafólk boð um, hvussu hetta fer at fara fram Í brævi til viðskiftafólk sigur Fiskaríbankin, at tað verður ríkiskassin ? økonomistyrelsen ? sum yvirtekur lánini, men at hetta kortini onga broyting fer at hava við sær fyri lántakararnar.
- Lánini verða goldin sum higartil. Selir tú títt skip ella virksemi, hevur keyparin møguleikar at yvirtaka fiskaríbankalánini. Keypir tú nýtt skip ella virksemi, hevur tú framhaldandi møguleikan at flyta lánini í gamla skipinum ella virkseminum.
Afturlatingin merkir, sigur Fiskaríbankin, at eftir 31. desember 2008 kunnu ikki nýggj lán játtast ella útgjaldast.
1. september í 2008 er seinasta freist at søkja um nýggj fiskaríbankalán.
Í brævinum til viðskiftafólkini vísir Fiskaríbankin eisini á aðrar freistir í øðrum viðurskiftum og tey, sum hava spurningar, kunnu venda sær til stovnin á hesi e-postadressu: fiskeribanken@oes.dk









