Nú nakrir dagar eru farnir av nýggja árinum, er vert at bíta merkir í, at fiskaprísurin higartil hevur hildið sær rímiliga væl. Fyrsta og annan søludagin á marknaðinum vóru nøgdirnar smáar - og prísirnir lutfalsliga høgir.
Sum dagarnir eru gingnir, og fiskiflotin er komin í gongd aftur, eru nøgdirnar á marknaðinum eisini vorðnar nakað størri. Fríggjadagin, tá 50 tons vóru á marknaðinum, var fiskaprísurin slakar 21 krónur í miðal fyri kilo.
Henda dagin fóru nøgdirnar av toski tær størstu, umleið 24 tons tilsamans. Besti miðalprísur á toski, sum var fyri tosk 1, var 22,93 krónur fyri kilo. Mest var av toski 3, 12,2 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 19,50.
Eini 12 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fór fyri miðalprísin 22,25 krónur fyri kilo. Næst mest var av hýsu 3, og her var miðalprísurin 20,34. Lægsti hýsuprísur fríggjadagin var fyri hýsu 4, 14,98 krónur fyri kilo.
Sløk fimm tons av upsa vórðu eisini seld á marknaðinum fríggjadagin, og her var miðalprísurin 10 krónur fyri allar upsastøddir. At síggja til, var talan mest um smáan upsa, tí sambært tølunum var mest av upsa 5 og 6.
Nakað av svartkalva var eisini á marknaðinum fríggjadagin, umleið 6,5 tons tilsamans, og her lá besti miðalprísurin beint undir 40 krónur fyri kilo. Eitt sløð var eisini av havtasku, kongafiski, longu og blálongu, men her var talan bert um smærri nøgdir.