Fiskaprísir
Fyri summi fiskasløg er føroyski fiskamarknaðurin ógvuliga viðbrekin, tá ið nógvur fiskur kemur upp á land. Tað er skjótt, at fiskaprísirnir verða ávirkaðir, og hetta sóu línumenn ikki minst í gjár, tá ið trý línuskip landaðu í Klaksvík.
Ein av bátunum, sum legði veiðina upp í gjár, var línuskipið Klakkur. Teir høvdu eini 80.000 pund, men tá ið vanliga sølan var av, høvdu teir bert selt eini seks tons.
Tvey onnur línuskip landaðu eisini í Klaksvík í gjár. Kvik hevði eini 60.000 pund, og Grani hevði umleið somu nøgd.
Sosialurin hevur skilt, at eftir vanligu søluna á Fiskamarknaðinum mánamorgunin, stóðu heili 100 tons av hýsu eftir, sum ikki vóru seld.
Vanligt er, tá ið fiskur verður boðin út á marknaðinum, at seljarin ásetir ein minstaprís. Men Fiskamarknaðurin kann eisini sjálvur áseta ein minstaprís, so kappingin um fiskin byrjar á einum ávísum krónutali fyri kilo.
Hví júst dagurin í gjár var so vánaligur hjá teimum, sum høvdu hýsu, er ilt at siga, men millum keyparar, sum pakka og selja heilan fisk av landinum, skilst, at umstøðurnar til flutning av landinum væl kundu verið betri, enn tær eru.
Tað hevur ikki eydnast okkum í morgun at fáa fulla greiði á, hvørji fiskasløg serliga hava verið fyri prísfalli í seinastuni, men eitt annað fiskaslag, sum er fallið nógv í prísi seinastu dagarnar, er svartkalvi.
Línuskipið Ågot legði herfyri um frá línuveiði til garnaveiði. Tá ið umleggingin fór fram, lá prísurin á svartkalva millum einar 18 og 24 krónur, men nú skipið landaði á øðrum túri, fingu teir bert einar 14-15 krónur í miðal fyri kilo.
Keldur innan fiskakeyp og fiskasølu siga, at prísirnir á upsa ikki eru av leið í løtuni.
Prísirnir fullu nakað herfyri, men eru síðan komnir uppeftir aftur, og í dag liggur miðal upsaprísur um einar 5 krónur fyri kilo, sum soleiðis er á góðari leið fyri hetta fiskaslag.
Orsøkin til, at upsaprísurin ikki er serliga nógv ávirkaður av gongdini annars, er, at rímiliga góður og støðugur marknaður er fyri frystu upsavørurnar.
Hinvegin er prísurin á hýsu og eitt nú svartkalva nógv ávirkaður av, hvussu møguleikarnir eru at fáa fiskin av landinum – og soleiðis eisini av fiskaprísunum uttanlands.
Hóast fall hevur verið í prísinum á fleiri fiskasløgum, hevur toskaprísurin hildið sær væl – í hvussu er á tí stóra fiskinum.
Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya tosk 1 fyri 25,30 fyri kilo, meðan toskur 2 fór fyri umleið 25 krónur fyri kilo. 3’arin helt sær eisini væl í prísi og fór fyri einar 18-20 krónur fyri kilo. Í aðrar mátar er toskur 4 fallin nógv í prísi, skilst.