Fiskivinna
Landsstýrið hevur nú tveir sonevndar fiskapakkar at taka støðu til ? sín egna og tann alternativa hjá vinnuni.
Á fundi á Hotel Føroyum fyrr í heyst legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fram høvuðspunktini í einum fiskapakka, sum landsstýrið hevði gjørt. Á hesum fundi harmaðist landsstýrismaðurin um, at vinnan ikki var komin til eina semju um gongdar leiðir og tískil í størri mun kundi verða við til at seta ein nýggjan fiskamarknaðarpolitikk út í kortið.
Men uppundir ársenda var semjan, sum landsstýrismaðurin hevði eftirlýst, komin so langt, at Fiskimálaráðið kundi kalla til tíðindafundar.
Umframt landsstýrismannin, sum var vertur á fundinum, vóru umboð fyri Ráfiskakeyparafelagið, Ráfiskaseljarafelagið og umboð fyri Føroya Fiskimannafelag við á hesum fundi, har ein undirskrivað semja frá hesum trimum feløgunum varð handað landsstýrismanninum.
Hetta var við øðrum orðum ein alternativur fiskapakki til fiskapakkan hjá landsstýrismanninum.
Ikki full semja
Meðan ráfiskakeypararnir stóðu sum ein maður um hesa semju, var ikki full semja um fiskapakkan millum limirnar í ráfiskaseljarafelagnum. Felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna tóku nevniliga ikki undir við øllum pørtum í tilmælinum.
Bjørn Kalsø sigur, at formaðurin í ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen, hevði kunnað hann um, at full semja ikki var í felagnum um tilmælið, og tí kom tað ikki óvart á hann, tá ið felagið Línuskip og Meginfelag Útróðrarmanna gjørdu vart við sína støðu eftir, at tilmælið var handað og almannakunngjørt.
Uppskot til várs
- Ætlanin var, at landsstýrið skuldi vera komið longri við viðgerðini av hesum máli fyri jól, men tað eydnaðist ikki. Nú hyggur umsitingin at málinum, og eg vænti, at komið verður ikki langt út á várið, áðrenn eitt uppskot verður lagt fyri tingið.
Bjørn Kalsø vil tó ikki siga, um grundarlagið undir uppskotinum verður pakkin hjá landsstýrinum ? ella tilmælið, sum feløgini í vinnuni hava latið landsstýrismanninum.
- Tað er ein misskiljing, tá ið sagt verður, at landsstýrið ætlar at lóggeva fisk upp á land til virkingar í Føroyum. Tað, sum landsstýrið í fyrsta lagi vil við uppskotinum, er at skapa eina meira javnbjóðis kapping um fiskin í Føroyum, soleiðis at hann verður atkomiligur bæði hjá føroyskum og útlendskum keyparum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.










