Fiskaloysi bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi

Norðbúgvin landaði á Havsbrún týsdagin, og væntandi kemur Tróndur í Gøtu eisini inn at landa í hesi vikuni.
<DPTAB>    - Beint nú er fiskaloysi bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi, sigur Jákup Oluf Joensen á Havsbrún

Tá ið Havsbrún frætti frá Tróndi í Gøtu mánadagin, høvdu teir 1600 tons av svartkjafti inni. Í gjár høvdu teir somuleiðis 1600 tons, so hesar fyrstu dagarnar í vikuni hevur verið rættiligt fiskaloysi á føroysku svartkjaftaleiðunum.
- Tað var soleiðis, at tá ið Tróndur í Gøtu byrjaði nýggjan túr, vóru føroysku nótaskipini í íslendskum sjógvi. Har var tó lítið og einki at fáa. Tróndur leitaði og kastaði í føroyskum sjógvi og fekk 700 tons tey bæði fyrstu samdøgnini. Tí komu hini skipini eisini í føroyskan sjógv at royna, sigur Jákup Oluf Joensen.
Hann væntar, at Tróndur í Gøtu kemur inn at landa í vikuni.
Hini skipini, sum í løtuni eru á svartkjaftaleiðunum, Christian í Grótinum, Krúnborg og Krúnan, hava lítið inni.
Ellefsen-menninir í Vágunum eiga Krúnuna, men skipið hevur verið lítið at sæð her um okkara leiðir. Krúnan landar fyri tað mesta í Danmark.

Norðbúgvin við 600 tonsum
Týsdagin landaði Norðbúgvin 600 tons av svartkjafti á Havsbrún. Teir fingu fiskin í føroyskum sjógvi. Norðbúgvin er skipið hjá Bjarta Mohr og er eisini lítið at síggja her um okkara leiðir.
Jákup Oluf Joensen sigur, at tað kann vera so undarligt við svartkjaftinum.
- Skipini leita og fáa ikki livandi. Men so knappliga kunnu tey renna seg í svartkjaft. Beint nú fæst lítið og einki í føroyskum og íslendskum sjógvi, sigur hann.