Hjá bæði børnum og vaksnum hava fiskakørini norðuri á Stongunum verið ein væl vitjaður partur av Sjómannadegnum, og soleiðis verður helst aftur í ár.
Longu mikudagin vóru kørini við fiskum komin upp á pláss, og bæði í dag og í morgin ber til hjá áhugaðum at síggja ymsu fiskasløgini – og kanska eisini nerta við onkran fiskin.









