Á nýggjárinum snaraði Jens Eli Ellefsen lyklarnar um í fiskahandlum sínum í Havn og í Miðvági Í november 2008 læt Jens Eli Ellfsen upp fiskahandil í Miðvági og summarið eftir kom ein handil aftrat í Havn.
Tað gekk væl fyrstu tíðina.
- Vit merktu tað beinanvegin, sum Eik fór, at sølan fall í botn, sigur Jens Eli Ellefsen.
Tað munaði mest, tá ið fólk búsett uttanlands komu at keypa, tí teir keyptu stórar nøgdir. Tey fólkini hava ikki verið at sæð síðan.
- Vit valdu tí at snara lykilin um í báðum handlum á nýggjárinum.