Fiskaaling við í altjóða verkætlan

Við stuðli frá norska grunninum Fiskeri- og Havbruksnæringens forskningsfond fer Fiskaaling nú undir eina verkætlan saman við norskum og skotskum granskarum, ið hevur til endamáls at menna ein nýggjan hátt at finna lús í sjónum. Tað boðar Fiskaaling frá í tíðindaskrivi í dag.


Upplýst verður, at verkætlanin er liður í áhaldandi arbeiðinum at finna nýggjar og effektivari hættir í strembanini eftir at staðfesta og berja niður trupulleikan við laksalýs í alibrúkum. Í nýggju verkætlanini verður stremba eftir at menna ein nýggjan kanningarhátt at staðfesta laksalýs í sjónum.


- Talan er um sonevnda fluroisens-háttin, ið ger tað lættari at eyðmerkja laksalús frá øðrum livandi verum í sjónum, skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivinum.


Leikluturin hjá Fiskaaling verður millum annað at taka taka royndir í Føroyum og eftirkanna nyttuna av hesum framferðarháttinum.


- Ein stór avbjóðing í sambandi við staðfesting av laksalýs í sjónum er, at tað kann vera torført at staðfesta mongdina av laksalýs, tí tær lutfalsliga eru so fáar í tali í mun til aðrar verur í sjónum. Tað finst enn eingin háttur at skilja laksalýs burtur frá hinum verunum, tá sýni vera tikin, skrivar Fiskaaling og leggur afturat.


- Tað hevur stóran týdning fyri niðurberjingina av laksalýs, at alivinnan fær møguleikar fyri at hava betri eftirlit við støðuni, tá ræður um at fylgja við smittuvanda av laksalýs. Og her er tað, at menningin av nýggja háttinum at staðfesta laksalýs kann koma at vera til stóra nyttu.