Granskarar á Fiskaaling hava givið út enn eina vísindaliga grein um lúsayngul í Sundalagnum. Í hesi grein verður fyri fyrstu ferð víst, hvussu framleiðslan av lúsayngli kann estimerast beinleiðis í aliringum heldur enn út frá starvstovuroyndum.
Nøgdin av lúsayngli varð kannað á fleiri dýpum í einum aliringi triðja hvønn tíma í eitt samdøgur, samstundis sum streymmátingar vórðu gjørdar. Funnið varð eitt øvut samband millum streymferð og nøgdina av lúsayngli í sýnunum.
- Út frá hesum og saman við tali av kynsbúnum laksalús á alifiskinum bar til at rokna framleiðsluna av lúsayngli. Úrslitini vístu, at hvør kynsbúgvin laksalús framleiddi millum 26 og 68 lúsayngul um dagin.
Á Fiskaaling vísa tey á, at flestu starvsstovuroyndir hava mett, at ein kynsbúgvin laksalús framleiðir umleið 30 lúsayngul um dagin, tá hitin í sjónum er tann sami sum í kanningini (8°C). Sostatt benda mátingarnar í aliringinum á, at framleiðslan av lúsaayngli kann vera størri enn higartil mett, men tað skulu fleiri kanningar til fyri at vátta hetta.
- Greinin "A method of estimating in situ salmon louse nauplii production at fish farms” er givin út í Aquaculture Environment Interactions. Umframt Gunnvør á Norði, sum er høvuðsrithøvundur, hava Knud Simonsen og Øystein Patursson skrivað greinina.
Á Fiskaaling siga tey, at greinin er partur av verkætlanini "Viðurskifti, sum ávirka útbreiðslu av lús kring alibrúk og á firðum” ið Granskingarráðið og Fiskaaling hava fíggjað.
Umrødda grein kann lesast á heimasíðuni http://www.int-res.com/articles/aei2016/8/q008p397.pdf










