Herfyri varð ráðstevna hildin fyri føroyskum verkfrøðilesandi í Danmark. Eitt mál á skránni var fyrilestur, sum Øystein Patursson frá Fiskaaling helt um partar av virkseminum hjá Fiskaaling.
- Serligur dentur varð lagdur á arbeiðið, sum gjørt verður í stríðnum móti laksalús. Fiskaaling hevur fleiri verkætlanir í gongd í løtuni, har granskað verður í møguleikum fyri at koma hesum trupulleikanum til lívs.
Tað veit Fiskaaling at siga í dag.
Laksalúsin kostar árliga alivinnuni stórar upphæddir.
Millum jól og nýggjárs fer Fiskaaling at luttaka á stevnuni Jobmatch, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum.
- Har verður høvi at frætta, hvat gongur fyri seg á Fiskaaling, og um møguleikarnar fyri at skriva uppgávur um ymisk evni, eins og greitt verður frá um møguleikarnar fyri møguligum størvum.
Tað sigur Fiskaaling, sum vísir á, at til ber at síggja ein lista við evnum til høvuðsuppgávur við at trýsta á -
http://www.fiskaaling.fo/default.asp?page=5&id=5&state=notes&menu=-1










