Fiskaaling á Vísindavøku 2022

Fiskaaling verður aftur í ár á Vísindavøkuni. Møguleiki verður at vitja básin hjá Fiskaaling í kantinuni í Løkshøll tann 23. september og at hoyra ein fyrilestur um mátingar á einum føroyskum gáttafirði.

 

Tað verður Sandra Ljósá Østerø, sum fer at greiða áhoyrarunum frá afturvendandi kanningum sum Fiskaaling hevur gjørt í eitt heilt ár á Kaldbaksfirði. Fyrilesturin verður í Løkshøll tann 23. september, kl. 12.20.

 

Harafturat fer Fiskaaling at vísa luttakarunum ymiskar áhugaverdar verur, sum er at finna í sjógvi, td. djóraæti, plantuæti og hvalspýggjur.

 

Eisini verður møguleiki at lesa aldurin á roðslu hjá sjósílum.