Fiska uttan avmarkingar
Tað er ikki bara í Føroyum, at útróðrarmenn vilja sleppa at fiska uttan avmarkingar. Í Noreg hava útróðrarmenn lagt sak ímóti statinum fyri at sleppa at fiska frítt.
NRK veit at siga, at útróðrarmenninir nú fara at lata málið upp í hendurnar á mannarættindadómstólinum í Strassburg.
- Vil dómstólurin ikki taka málið upp, sær svart út, sigur maðurin, sum leiðir málið fyri útróðrarmenninar, Svein Johansen.