Teir seinastu dagarnar hava íslendsk skip fiskað makrel rættiliga vestarlaga, og nú er makrelurin eisini komin inn at landi har vesturi á Suðurlandinum. Í gjárkvøldið vóru fleiri fólk niðri á bryggjuni í Keflavík við tráðu, og sambært Morgunblaðnum stóð á at syfta.
Blaðið skoytir uppí, at beint uttan fyri bryggjuna royndi eitt skip úr Reykjavík við dorg eftir makreli. Hendan veiðiháttin hava íslendingar roynt í fleiri ár.