Fiskaðu eina kúgv

Teir tríggir Pætur Árnason Jakobsen, Ingibjørn Johannesen og Frank Joensen, sum allir eru útisetar í Keypmannahavn, men eru heima í summarferiu, fingu í síðstu viku eina uppliving av teimum heilt serstøku: Teir fiskaðu eina kúgv!

- Eftir at hava verið til arbeiðis allan dagin hugsaðu vit, at tað hevði verið stuttligt at farið ein lítlan stimitúr norð til Enniberg, tí veðrið var so avbera gott. Familjan hjá Frank eigur ein lítlan bát norðuri í Hvannasundi, og vit fóru so ein túr, sigur Ingibjørn Johannesen.

- Vit sigldu nakað norður um og nutu ta stórslignu føroysku náttúruna: Fjøllini, havið, luftina og alt annað. Knappliga sum vit liggja nakað norðanfyri Viðareiði síggja vit eina flekkuta boyu liggja og flóta nakað frá. Sum vit nærkaðust henni, sóu vit at talan als ikki var um eina boyu, men um eina flótandi kúgv, sigur Pætur og flennir.

- Ja, hatta var so ótrúliga løgið, at vit kundu ikki annað enn at bresta útúr at flenna. Ein flótandi kúgv! Vit hava ikki flent so nógv í langa tíð, og mundu vit ikki fingið afturhald, sigur Frank.

Og víðari greiðir Frank frá:

- Vit samráddust eina løtu um, hvat vit skuldu gera við kúnna. Tá vit so sóu fólk á lendingini á Viðareiði, og vit bert lógu eini 500 metrar uttanfyri, so avgjørdu vit at sleipa kúnna inn á lendingina, so at tann rætti rætti ánarin av kúnni kundi avgera, hvat skuldi gerast við hana.

- Vit høvdu ein enda, sum vit bundu um hornini á kúnni, og soleiðis sleipaðu vit hana til lands. Hon var ótrúliga tung, so báturin sigldi ikki serliga skjótt. Eg kann bara ímynda mær, hvussu stuttligt tað hevur sæð út, at ein lítil stuttleikabátur kemur sleipandi við eini fullvaksnari kúgv í sjónum, sigur Ingibjørn flennandi.


Hjálp til at slakta

- Komnir til Viðareiðis fingu vit ein bónda at kanna, um hann kendist við kúnna. Tað gjørdi hann ikki, tí hon var ómerkt. So tað lá til okkum at avgera, hvat vit skuldu gera við hana. Tað høvdu vit sjálvsagt onga hóming av, men vit ringdu til nakrar lokalar vinmenn, sum beinanvegin komu oman á lendingina at hjálpa okkum. Teir hildu sjálvsagt eisini, at støðan var ógvuliga skemtilig, sigur Pætur.

- Kúgvin varð slaktað við dráttin á lendingini á Viðareiði, og aftaná at verða skorin sundur í fjórðingar endaði hon í einum kølirúmi í Hvannasundi, sigur Frank.

Um kjøtið er etandi vita teir tríggir øðrvísi fiskimenninir ikki enn, men allir vóru samdir um at kjøtið sá frískt út. Tað rann nakað av blóði frá, tá hon varð skorin á háls, so hon hevur neyvan ligið í sjónum longri enn eitt samdøgur. Tað sást á henni, at hon var omandottin, tá hon bleiv slaktað, tí hon hevði nøkur sár á síðuni.

- Vit hava roynt at funnið fram til ánaran av kúnni, men tað hevur ikki eydnast enn, siga teir tríggir og leggja afturat, at hon bleiv slaktað undir so góðum umstøðum sum gjørligt.

Hon skal hanga uppi í einum kølirúmi í einar tvær vikur, áðrenn kjøtið kann roynast. Umframt hesa serstøku uppliving, so eru teir tríggir útisetarnir eisini vorðnir nøkur kilo av kjøti ríkari.