Útflutningurin av fiskavørum var 44.301 tons minni í fjør enn í 2017, skrivar Hagstovan.
Í 2018 útfluttu vit 462.551 tons av fiskavørum í mun til 506.853 tons í 2017.
Størsta minkingin er í makreldi, sild og svartkjafti. Har er útflutningurin minkaður úr 247.100 í 199.855 tons í fjør, ein minking upp á 47.246 tons ella 19 prosent.
Útflutningurin av laksi er eisini minkaður, úr 62.310 tonsum í 2017 í 59.321 tons í 2018, altso fimm prosent ella 2.989 tons.
Útflutningurin av toski, upsa og hýsu er vaksin við 1.537 tonsum, útflutningurin av øðrum fiski er vaksin við 3.281 tonsum og útflutningurin av fiskaúrdrátti er vaksin við 1.115 tonsum.