Fiskaútflutningur øktur í virði

Fyrra hálvár í ár var samlaði útflutningurin 4,2 mia. kr. Tað eru 319 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Tað er meira útflutt av sild og makreli, meðan tað er minni útflutt av svartkjafti. Samlað fyri hesi fiskasløg er útflutningurin vaksin í virði og minkaður í nøgd.

 

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari í dag.

 

Tað er serliga laksurin, ið gongur framá. Tað er útflutt fyri góðar tvær milliardir krónur av laksi fyrra hálvár í ár, í mun til 1,66 milliardir í fjør. Tað eru eisini útflutt fleiri tons av laksi í ár. Góð 33,000 tons higartil í ár í mun til góð 30,000 tons fyrra hálvár í fjør.

 

Botnfiskasløgini ganga aftur, bæði í virði og í nøgd. Tað er útflutt fyri 594 milliónir av toski, hýsu og upsa higartil í ár, í mun til 615 milliónir í fjør.