Fiska og selja svart

Tað eru alt ov nógvir stuttleikafiskimenn, sum fiska ólógliga - ella teir eru óneyvir við rúsum og gørnum.

Tað heldur Danmarks Sportsfiskerforbund, sum hevur sítt tilhald í Vingsted.

Í ár er talið av stuttleikafiskimonnum, sum eru tiknir fyri ólógliga veiði við gørnum og rúsum, økt við 25%.

Fiskiveiðieftirlitið hevur nevniliga lagt hald á 1600 reiðskapir í ár móti 1400 í fjør.

Eftirlitið er í ár komið fram á óvanliga nógv gørn og nógvar rúsur, sum ikki vóru merktar við navni og nummari hjá eigaranum.

Formaðurin hjá Danmarks Sportsfiskerforbund, Verner W. Hansen, er harmur og órógvaður um støðuna.

- Tølini yvir ólógliga veiði eru alt ov stór, og nógv bendir á, at teir, ið tjóvafiska, gera tað heilt bevíst og við tí endamáli at selja veiðina á svarta marknaðinum, sigur hann.