Í morgun liggur Jupiter á Kollafirði, har skipið landar umleið 700 tons av lodnu til Faroe Pelagic.
Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at lodnan hjá Jupiter verður fryst til matna.
- Í vikuskiftinum var Finnur Fríði á Tvøroyri, har skipið landaði umleið 700 tons av lodnu til Varðan Pelagic, og tí var ikki pláss fyri Jupiter á Tvøroyri hesaferð.
Hann vísir á, at seinasta túr, tá Tróndur í Gøtu landaði á Tvøroyri, høvdu teir umleið 1500 tons av lodnu.
Tórheðin Jensen sigur, at Finnur Fríði hevur gjørt tríggjar túrar eftir lodnu í íslendskum sjógvi.
- Vit rokna við, at skipini fara at fiska lodnu í íslendskum sjógvi, til ein vika er farin av mars ella so.
Hann sigur, at rognini í lodnuni taka til, og tá talan er um tað, sum íslendingar rópa rognalodnu, heldur føroyska veiðan uppat.
- Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er á 30.000 tons, og vanligt er, at kvotan verður uppfiskað, áðrenn skipini gevast, sigur Tórheðin Jensen.
Nú føroysku nótaskipini fiska lodnu í íslendskum sjógvi, hava nøkur skip eisini lagt onkra last upp í Íslandi.