Mánamorgunin klokkan sjey kom vaktarskipið Brimil fram á ein lítlan botnfiskatrolara úr Hetlandi. Trolarin, ið eitur Maranatha, varð tikin fyri at fiska á eini stongdari leið vestanfyri Mykines. Harumframt hevði skiparin ikki boðað frá, at hann var komin í føroyskan sjógv.
Brimil førdi trolaran til Havnar, har teir løgdu at klokkan hálvgum eitt. Løgreglan avhoyrdi týsdagin skiparan á trolaranum, ið er skuldsettur fyri at fiska ólógliga og fyri ikki at boða frá, tá hann kom um markið.
Tá blaðið tosaði við løgregluna týsdagin á middegi, var eingin ákæra reist móti skiparanum, tí avhoyringarnar vóru ikki lidnar.
Løgreglan sigur, at trolarin hevði verið í føroyskum sjógvi í eitt samdøgur, tá Brimil tók hann. Løgreglan vil ikki upplýsa, hvussu nógv trolarin hevði fingið, men tað var ikki nógv.