Fiska havtasku á Skeivabanka

Fýra trolbátar eru til fiskiskap. Allir eru á Skeivabanka og fiska mest havtasku.

- Partrolararnir hava framvegis smáligan fiskiskap. Eitt par kemur inn at landa mánadagin, og onnur koma seinni í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nøkur pør liggja við bryggju, men fara útaftur, tá veðrið batnar.

 

- Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Hann fiskar upsa og landar væntandi síðst í vikuni sum kemur. Onkur djúpvatnstrolari fer út um vikuskiftið.

 

Lagt verður aftrat, at fýra trolbátar eru til fiskiskap. Allir eru á Skeivabanka og fiska mest havtasku. Eingin kemur inn fyrr enn miðskeiðis ella síðst í vikuni sum kemur.