Fiska í Føroyum men landa í Íslandi

- Fiskiskapurin var smáligur teir fyrstu dagarnar á túrinum, men batnaði nakað seinastu tveir dagarnar.

Mikudagin 28. november var íslendski uppsjóvartrolarin, Guðrún Torkelsdóttir, á Fuglafirði, og hetta høvi læt sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, ikki fara afturvið.

 

Hann var umborð og vitjaði, og her vistu menn at siga, at teir høvdu roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi og høvdu fingið 1200 tons í átta samdøgur.

 

- Áðrenn kósin varð sett á Eskifjørðin í Íslandi at landa, vóru teir á Fuglafirði eftir olju og reiðskapi frá Vónini, sigur sjómanstrúboðarin á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Tveir av manningini, Haraldur og Tórur, søgdu, at fiskiskapurin var smáligur fyrstu dagarnar á túrinum, men hann batnaði nakað seinastu tveir dagarnar.

 

- Tá teir hava verið í Íslandi og landað, koma teir aftur í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Umleið 10 íslendsk skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi í løtuni, veit sjómanstrúboðarin at siga.