Fiskaídnaðurin hevur tvær rávørur - fisk og fólk

? At leggja strategi fyri hvussu vit fáa fatur á aðrari rávøru enn tí føroysku, verður ein tann størsta avbjóðingin fyri føroysku fiskivinnuna framyvir. Tí má fiskiídnaðurin vera kappingarførur við útlendsku vinnuna, sigur Mainhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum og í tíðindaskrivi stendur grein eftir Mainhard Jacobsen, stjóra í Fiskavirking, og verður greinin endurgivin her í síni fullu longd. Mainhard Jacobsen skrivar:

Føroysku myndugleikarnir mugu tryggja, at veiðan undir Føroyum fer fram á ein burðardyggan hátt, soleiðis at rávørutilgongdin til virkini verður so jøvn sum gjørligt. Krøv um burðardygga veiðu og umsiting, koma ikki bert frá føroysku vinnuni, men eisini frá keyparalondum - myndugleikunum og teimum einstøku keypunum.

Vinnan má duga at tillaga seg knappligar broytingar í atgongdini eftir rávøru, sum koma orsaka av, at tilgongdin til fiskastovnarnir er ymisk ár undan ári. Virkini mugu skjótt kunna leggja framleiðsluna um ella hvat tørvur nú er á, fyri at viga upp fyri náttúrufyribrigdunum.


Framtíðin

Føroyski fiskiídnaðurin má leggja seg eftir at virka hávirðisvørur og rávøran má nýtast betri soleiðis, at størri partur av fiskinum verður gagnnýtur í framleiðsluni. Hetta kann gerast við at menna aðrar framleiðslur burturúr tí partinum av fiskinum, sum í dag hevur lægsta virðið.

Í framtíðini hevur tað stóran týdning at leggja dent á góðskustýringa. Góðskustýringin skal tryggja, at tær vørur, ið verða virkaðar, hava tað góðsku, keyparin væntar og verða virkaðar undir tryggum umstøðum, soleiðis at heilsan hjá brúkarunum ikki kemur í vanda.

Automatisering av arbeiðum á virkjunum verður ein neyðug gongd. Arbeiði í fiskiídnaðinum er mangan tungt og einsháttað. Nýggj tøkni er komin og vil í framtíðini avloysa tunga arbeiðið í vinnuni.

Virkini mugu í ein ávísan mun spesialisera seg. Spesialiseringin skal gerast uttan, at virkini missa liðiligheit og evnini til at umleggja framleiðsluna um neyðugt.

Ein partur av fyritreytunum fyri øllum hesum er samskifti. Neyðugt er at kunna samskifta skjótt við veitarar og keyparar. Ein partur av hesum arbeiðnum verður gjørdur við at vinnan í framtíðini eisini fer at brúka e-handil, sum eitt amboð fyri samskifti.

Marknaðarføring av fiskaúrdráttum sum reinar og heilsugóðar vørur, og vørur har vandin fyri heilsustøðuni hjá brúkaranun ikki er til staðar, er somuleiðis týdningarmikið.


Avbjóðingar til starvsfólkið

Fiskaídnaðurin hevur tvær rávørur ? fiskur og fólk. Tað er ofta at hoyra millum arbeiðsfólk í fiskiídnaðinum, at tey bara arbeiða á flakavirki, og at tey verða har til annað arbeiðið er at fáa.

Tað hevur sera stóran týdning, at fískivinnan í framtíðini ger íløgur í menninskjaligar eginleikar. Hetta skal gerast fyri at fáa fiskiídnaðin til attraktivt arbeiðspláss, har starvsfólkinum er tryggjað góðar arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti, sum kunnu kappast við onnur størv. Í framtíðini verða íløgur gjørdar í automatisering, soleiðis at arbeiði broytist frá at vera tungt kroppsligt arbeiði, til at verða yvirvøka av framleiðsluni. Til hesi arbeiði krevst útbúgvi fólk.

Við at útbúgva fólki og skapa góðar umstøður hjá arbeiðsfólkinum, hevði borið til at lyft fiskiídnaðin upp á hægri støði.


Arbeiði hjá

myndugleikunum

Føroysku myndugleikarnir skulu tryggja vinnuni góðar arbeiðsumstøður. Hetta kann gerast við at virkini fáa betri tilgongd til rávøru. Myndugleikarnir skulu skapa markn-aðaratgongd, soleiðis at føroyskar vørur kunnu seljast har besti prísurin fæst.

Myndugleikarnir skulu somuleiðis syrgja fyri, at føroysk vinna fær tær tænastur, (orka, ravmagn samskifti o.tíl.) sum vinnan hevur brúk fyri, til kappingarførar prísir.


Framtíðin

Soleiðis sum framtíðin sær út, kann ein vænta, at færri og færri fólk verða í fiskivinnuni í framtíðini - færri sjómenn og færri fólk í fiskiídnaðinum.

Arbeiðsplássini verða broytt til, at arbeiðsfólkini fylgja við hvussu framleiðslan gongur og arbeiði gerst minni kropsligt. Arbeiðstíðirnar vera flekstíðir, har arbeiðsfólki í ávísan mun hevur ávirkan á, nær arbeitt verður. Tað vil eisini gerast alt meira vanligt, at fólk hava heimaskrivstovu og gera sítt arbeiði har frá.

Keyp og søla og øll avgreiðsla av papíri verður avgreitt av elektronisku miðlunum.

Rávøran verður gagnnýtt betur og fiskaúrdráttir, virkaðir úr tí vit í dag kalla slógv, til pharmaseutiskan ídnað verður gerandis.

Ein áhugaverður spurningur at seta er: Hvør verður okkara høvuðsvinna í framtíðini?

Verður tað: Fiskivinnan, alivinnan, oljuvinnan, KT-vinnan ella ferðavinnan.

Einki er at ivast í, at føroyska høvuðsvinnan verður fiski- og alivinnan.