Ein nýggj kanning, sum um dagarnar er almannakunngjørd, vísir, at ES-lond lata fiskivinnuni heilar 25 miljardir krónur í ymiskum stuðli. Eitt av londunum, har vinnan sambært kanningini fær rættiliga nógvan stuðul, er Spania.
Sagt verður, at stuðulin, sum fiskivinnan í Spaniu fær, er størri enn virðið av vinnuni í landinum annars.
Í Føroyum verður lítil og eingin fiskivinnustuðul latin, tí politiska aðalhugsanin er, at tað er av tí ónda at lata vinnuni stuðul. Hugburðurin er, at tað, sum ikki megnar at standa, má bara falla.
Portalurin skilir, at kanningin av stuðulsskipanunum í ES, sum er kunngjørd í útlendskum bløðum um dagarnar, ikki er gjørd av ES, men av kønum fólki, sum hava innlit í viðurskiftini í felagsskapinum.
Tær 25 miljardir krónurnar, sum ES stuðlar fiskivinnuni við, fara serliga til veiðiliðið, men eisini til ymiskar vinnur á landi, sum fáast við fisk og fiskaúrdráttir.
Undrunarvert kann tað tykjast, at fiskivinnan í ES sigst vera burðardygg við einum so stórum stuðulsískoyti, tá fiskivinnan í Føroyum, sum at kalla ongan stuðul fær, ikki sigst vera burðardygg.
Hugsandi er, at meiri verður at frætta um hesa kanning í øðrum greinatilfari í føroysku miðlunum.
Lesið á www.kystmagasinet.no/en/Fiskerisubsidier-pa-7000-prosent/










