Karsten Hansen svaraði í vikuni munnligum fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu viðvíkjandi dialysuviðgerð.
Her staðfesti Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, at tey eru í ferð við at fyrireika eina dialysuviðgerð í Norðoyggjum, og at fyrireikandi parturin av hesum arbeiði skal vera liðugur 1. oktober. Síðani skala neyðug útgerð keypast, og viðgerðin skal ætlandi vera partur av samstarvsavtalu millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús.
Hetta hóvaði ikki spyrjaranum nakað serligt. Páll á Reynatúgvu segði bart út, at hann var skelkaður av svarinum.
- Sjálvur eri eg sannførdur um, at fremsta atlitið er at tryggja Klaksvíkar Sjúkrahúsi og harvið atkvøðum til sín sjálvs, og at atlitið til sjúklingin kemur í aðru røð. Landsstýrismaðurin sigur bart út, at her er einki fakligt tilmæli handan avgerðina, segði Páll á Reynatúgvu millum annað, tá hann hevði fingið svarið frá Karsten Hansen.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Torkil á Steig, sum er yvirlækni við nýrasjúkum sum serøki. Men hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið.