Fiskað 200 tons ólógliga í Føroyskum sjógvi

Fyrramorgunin kom danska sjóverjan fram á norska svartkjaftabátin, Strand Senior, ið fiskaði uttan loyvi í føroyskum sjógvi

Strand Senior stóð ikki á listanum yvir norsk skip, ið hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Tí varð málið kannað nærri, fyri eingin miskiljig skuldi vera, og tá hann heldur ikki stóð á listanum hjá norðmonnum, varð avgjørt at taka skipið til lands.

Tað var danska sjóverjuskipið Triton, ið kom framá norska skipið fyrramorgunin. Tá hevði skipið fiskað umleið 200 tons ólóliga í føroyskum sjógvi.


Verður kannað

Tá Sosialurin, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, tosaði við Løgregluna og Vaktar- & Bjargingartænastuna, var enn ikki avgjørt, hvat skuldi henda í málinum. Ákærin sat tá og kannaði málið, og tískil bar ikki til at siga nágreininliga, hvørjar avleiðingar ólóligi fiskiskapurin fór at fáa.

Tá skip verður tikið fyri ólóligan fiskiskap er ikki neyðugt við sjófrágreiðing, um skiparin og myndugleikarnir gerast samdir um eina bót. Hetta var heldur ikki avgreitt tá blaðið fór til prentingar, men greitt er, at talan á ein ella annan hátt verður um bót til skiparan á norska svartkjaftabátinum.


Bað um loyvi

Eftir at danska sjóverjan hevði verið hjá Strand Senior fyrramorgunin, bar norska reiðaríðið skjótt at, og søkti um loyvi at fiska í føroyskum sjógvi. Men frá Vaktar- & Bjargingartænastuni verður sagt, at hetta als ikki hjálpir uppá støðuna. Skipið hevði ikki fiskiloyvi tá tað varð tikið, og tískil hevur tað fiskað ólógliga í føroyskum sjóøki.