Íblásturin til útgávuna fekk Simon, tá ið hann ein daginkagaði í savn sítt av vinylplátum og kassettubondum. Hanngjørdi av, at spæla nakrar av songunum inn av nýggjum. Upprunaupptøkurnar fóru framm í sjeyti- og áttatiárunum hjáávikavist Milson Zachariassen og í LT-Studio.
Sangarar og studiotónleikarar tá vóru m.a. Jákup Alberg Eliasen, Súni Eliasen, Kaj Johannesen, Óli Jákup Joensen,Ingunn Joensen, Justinus Johannesen, Magnus Jacobsen, Ólavur Øster og Ronnie Nielsen.
Tíggju sangir eru á fløguni, og teir eru: Fisk & Kips, Lívið,Jimmy Jeep, Selatrað, Himmalhundurin, Tú lítla tjaldur, Núkomin er stundin, Eystanlotið, Eg blívi svakur og Timburmenn.
Allir sangirnir eru á føroyskum máli - undantikið Jimmy Jeep, ið er á enskum. Serstakliga sangurin Eystanlotið vaktians tá á døgum. Hann snýr seg um hugin hjá Russlandi, at leggja onnur lond undir seg.
Góðir menn standa fyri tónleikinum á nýggju útgávuni, m.a.er tað gittarleikarin hjá kenda danska bólkinum KANDIS - Mads Hyldahl - ið spælir sologittara.
Í Føroyum er tað plátuhandilin Tutl í Tórshavn, ið tekur sær av søluni. Ein video av upprunalagnum Fisk & Kips finst á youtube.com.