Fischer møguliga til Íslands

Fyrrverandi heimsmeistarin og legendan Bobby Fischer er kanska á veg til Íslands, eftir at íslendingar arbei_a fyri at fáa umstrídda amerikumannin leyslatnan úr fongsli í Tokyo

Orrustan um Robert James Fischer byrja_i av álvara í 1992, tá Fischer og russin Boris Spassky samdust um at endurtaka dystin frá 1972, tá Fischer vann heimsmeistaraskapin, i_ var_ telva_ur í Íslandi. Ein talvdystur sum tá hev_i alstórar politiskar undirtónar.
Fischer r_mdi frá talvheiminum eftir sín sigur í Íslandi, og tí var dysturin í 1992 eitt satt comeback hjá Fischer. Fischer telva_i væl og vann 10-5 (javnleikir taldu ikki vi_ í endaligu stø_uni). Trupulleikin var tann, at Fischer ignorera_i altjó_a sanktiónina mótvegis Serbien, sum USA saman vi_ ø_rum evropeiskum londum høvdu skriva_ undir uppá.

Sigurin kosta_i
Vi_ sigrinum í1992 í Sveti Stefan, Serbien, ogna_i Fischer sær eina rúgvu av peningi, men afturfyri var_ hann nú ein eftirl_stur ma_ur, sum sí_ani hevur liva_ so at siga undir jør_ini, vi_ FBI andandi í nakkanum. Ta_ kann tykjast naka_ ógvusligt at USA so inniliga ynskir at fáa fatur á Fischer og rættarsøkja hann heima í USA. Ein detalja í stóra kaosmeldrinum USA í hesum døgum hevur vikla_ seg sjálvt í.
Í summar var_ hann loksins handtikin í Japan og amerikumenn arbei_a nú uppá at fáa hann aftur til USA. At Fischer seinastu mongu árini alment hevur svína_ USA til, hjálpir neyvan hansara søk, tá ein møgulig rættarsak fer fram.

Íslendingar veita hjálp
Ta_ eru fleiri talvsambond og talváhuga_i annars, sum vilja geva Fischer eina hjálpandi hond. Bo_skapurin er, at Fischer ver_ur órættvíst vi_farin í Japan og for_ast skal fyri, at Fischer ver_ur sendur aftur til USA.
Sí_ani 1972 hevur Fischer havt gott samband vi_ íslendingar. Besti vinur Fischer sigst at vera lívverji hansara í Íslandi í 1972, Sæmundur Palsson. Teir tosa regluliga saman, og via hetta sambandi_, hevur Fischer spurt um fri_arskjól og uppihaldsloyvi í Íslandi. Uttanríkismálará_harrin David Oddson, sum eisini er sera áhuga_ur í talvi, sigur, at ynski hjá Fischer er gingi_ honum á møti. Ein serligur bólkur manna_ur av íslendskum telvarum, m.a. GM Helgi Olafsson, og sterkum fíggjarmonnum, arbei_a nú saman vi_ íslendska sendiharranum í Japan, fyri at lata Fischer leysan úr fongslinum í Japan og fáa hann til Íslands, sum Fischer jú sjálvur ynskir. Um meir ynskist at vita um sakina, vitji_ www.chessbase.com.
Ein spennandi gongd at fylgja vi_ í. Hampiliga gó_ sannlíkindi eru í øllum førum fyri, at 61 ára gamli Bobby Fischer í nærmastu framtí_ fer at búleikast í Íslandi. Spurningurin er bert um hann og íslendingar fáa fri_ fyri FBI og ø_rum amerikumonnum, sum ynskja Fischer heim aftur til Bandaríki_, sum USA kallast á íslendskum máli.