Firvaldur var fremstur og kolldømdur

5-mannafør gentur: Drekin eigur fult stigatal eftir tvær tær fyrstu kappingarnar

Tað var sera spennandi og tætt millum fleiri bátar, tá ið 5-mannaførini við gentum kappaðust á Skálafjørðinum.

Endaspurturin var dramatiskur, og tað vóru fýra bátar, sum kappaðust um sigurin.

Firvaldur av Tvøroyri var fyrstur á mál, og Drekin, sum vann á norðoyastevnu, var stutt aftanfyri og honum næstur Jallurin og Fípan Fagra.

Men tað var skjótt, eftir at bátarnir vóru farnir um málið, at dómarin hevði reyða kortið á lofti. Firvaldur var, sambært høvuðsdómaran Hugo Joensen, kolldømdur fyri ikki at halda pláss og at órógva aðrar bátar.

Tvøragentur vóru vónbrotnar, og tær á Drekanum, sum vunnu á norðoyastevnu, fingu aftur í dag fult stigatal.

Á norðoyastevnu var Fípan Fagra næstfremst og Firvaldur nummar trý. Í dag var Jallurin næstfemstur. Hann var nummar seks á norðoyastevnu.

 

1 Drekin   05:31:25        

2 Jallurin 05:32:26

3 Fípan Fagra 05:33:31

4 Frúgvin

5 Rókurin

6 Teistir

7 Ingibjørg

8 Spógvin

9 Falkur

10 Sílið

11 Ternan

12 Blikur