Genturnar á Firvaldi hjá Froðbiar sóknar Róðrarfelag hevur í dag tryggjað sær FM heitið. Hetta var á vestanstevnu í Sandavági, har Firvaldur vann fyri sættu ferð í summar og harvið hevur fult stigatal undan síðsta róðrinum, sum verður á ólavsøku.
Talan var í dag um væl størri kapping um fremsta plássið, enn tað hevur verið fyrr í summar. Fípan Fagra og Jallurin løgdu sera bragdliga fyri. Áðrenn málið var hálvrógvið, var Firvaldur við í kappingini um fremsta plássið. Tann kappingin stóð síðani millum Fípuna Føgru og Firvald, sum fór um málið meiri enn hálva bátslongd undan gentunum úr Klaksvík.
| 1 | Firvaldur | 05:27.09 | ||
| 2 | Fípan Fagra | 05:28.21 | ||
| 3 | Silja | 05:33.16 | ||
| 4 | Jallurin | 05:34.19 | ||
| 5 | Sílið | 05:38.09 | ||
| 6 | Blikur | 05:42.14 | ||
| 7 | Spógvin | 05:49.12 | ||
| 8 | Dúgvan | 05:57.24 |











