Firvaldur hølvaði alt av

Longu í startspurtinum vunnu tær av Tvøroyri seg meiri enn eina bátslongd framum hinar

Tað var yvirhøvur eingin slingur í valsinum, tá ið gentumanningarnar royndu seg í 5-mannaførum á norðoyastevnu.

Tá ið startspurturin var av, var Firvaldur eina bátslongd undan hinum, og Firvaldur vann. Hann var leysur av næsta bátinum, sum var Falkurin úr Hósvík.

 

Í sjálvum startinum var Beinta í hølinum á Firvaldi, men tað var skjótt, at Firvaldurin fleyg frá Beintu og øllum hinum bátunum.

Drúgvastur av avbjóðarunum var Falkurin úr Hósvík. Meðan Firvaldur var næstvestastur, so var Falkurin ein av teimum næstu eystara landinum, og tí var torført hjá rógvarunum at hava eyga eftir hvørjum øðrum.

Tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum var eingin ivi um, at tað vóru meistararnir í 2015 – Firvaldur av Tvøroyri – sum aftur vunnu á norðoyastevnu, og at Falkur sær út til at vera stinnasti avbjóðarin.

 

1.Firvaldur                      05.59.17

2.Falkur                           06.04.02

3.Báran                           06.10.19

4.Drekin                          06.13.15

5.Havfrúgvin                  06.19.21

6.Hulda                           06.20.21

7.Svalan                          06.25.14

8.Beinta                          06.28.09

9.Pílur                              06.36.18

10.Kollur                         06.52.01

 

11.Sílið                            06.53.06