Firvaldur í góðum lag

Samansetta manningin úr Surðuroy tók Jallin og øll onnur á bóli á Skálafjørðinum

Kappróður

 

Tað ber til hjá suðuroyingum at røkka góðum úrslitum, tá ið tað verður arbeitt í felag. Fleiri dømi hava verið um hetta, og aftur leygardagin varð hetta undirstrikað.

Froðbiar Sóknar Róðrarfelag eigur Firvald. Á norðoyastevnu bendi avrikið á, at úrslitini hjá gentunum kunnu fara at røkka langt í ár. Ta ferðina noyddist Firvaldur at lúta fyri Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Á Skála vóru leiklutirnir býttir um. Firvaldur legði seg beinanvegin væl fyri, og í endaspurtinum var eingin ivi. Firvaldur var meiri enn eina hálva bátslongd fremri enn Jallurin.

Tíðirnar boða frá, at eingin annar var við í kappingini um fremsta plássið. Hvassi, sum vann bronsukrónurnar, kom á mál meiri enn fjúrtan sekund aftanfyri Jallin.

Suðuroyarportalurin veit at siga, at fleiri bygdir í Suðuroy eru umboðaðar umborð á Firvaldi. Tvær av gentunum eru av Tvøroyri, tríggjar eru úr Hvalba, ein úr Fámjin og ein úr Vági.

Tá ið óføru kappróðrarmanningarnar vórðu móttiknar á Tvøroyri leygarkvøldið, helt formaðurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag røðu:

– Hetta er ein stór løta fyri Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og at so nógv fólk geva kappróðrinum ans, fløvar, segði ein stoltur formaður í FSR, Niels Jacobsen, við Suðuroyarportalin.