Firvaldur fótaði sær aftur

5-mannafør kvinnur: Eftir tveir sigrar á rað endaði Tjaldrið á fjórða plássi á heimasjógvi

Skíggjamynd kvf

Firvaldur av Tvøroyri vann í dag á Skálafjørðinum. Sigurin ber við sær, at Firvaldur aftur er fremst í FM kappingini. Firvaldur hevur 32 stig, og Tjaldrið er næstfremst við 30 stigum.

 

Firvaldur vann tvær tær fyrstu kappingarnar í ár – á norðoyastevnu og sundalagsstevnu. So var tað, at Tjaldrið vann bæði á jóansøku í Vági og á fjarðastevnu í Vestmanna.

 

Undan róðrinum á Skálafjørðinum í dag var stórur spenningur í FM kappingini, og tað er framvegis spenningur. Men fyritreytirnar hjá Taldrinum at vinna FM versnaðu í dag. Einki bar til hjá Tjaldrinum, sum ongantíð blandaði seg í oddastríðið, og sum endaði á fjórða plássi. Tað vóru meiri enn tvær bátslongdir frá Firvaldi og aftur til Tjaldrið.

 

Firvaldur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Erlu Kongsdóttir, sum var klárt nummar tvey.

 

Fípan Fagra úr Klaksvík vann síni fyrstu FM stig í dag. Báturin er mannaður av nýggjum, og tað eydnaðist nýggju manningini at vinna bronsuplássið.

 

 

 

##med2##

 

Úrslit/rsf.fo

 

Skíggjamynd kvf