Leygardagin og Sunnudagin 28. og 29. apríl, luttóku føroyskir tónleikanæmingar í kapping í Keypmannahavn, og við góðum úrslitum.
Fyri 3. ferð luttók Tórshavnar Musikkskúli á Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurence, og kom heim við heiðrsplássum.
Nes Sóknar Musikkskúli luttók fyri fyrstu ferð og kom aftur við besta úrslitinum, ið hugsatst kann.
Firvaldar
Tær báðar Fríðhild Kristina Hansen og Bodil Simonsen komu nevniliga á fyrsta pláss, tá tær leiktu samanspæl á floytu.
Tær leiktu eitt vakurt og ikki heilt lætt stykki, ið hevur eitt franskt heiti, ið mekir firvaldar.
Sigast má, at hetta er flott avrik av næmingum, ið luttaka á fyrsta sinni.
Týsmorgunin skipaði Tórshavnar Musikkskúli fyri tiltaki, fyri at heiðra ungu tónleikararnar.
Jón Fetsirstein Andreasen og Jona Jacobsen leiktu til tiltakið stykkini, ið tey leiktu til kappingina.
Tey leika violin og lærari hjá Jón er Sámal Petersen og hjá Jonu er Nikos Kapnas lærari.
Jón leikti eitt stykki, nevnt Napoli og Jona Serenade Melankoli. Bæði fingu tey 2. viðisløn til kappingina, men týsmorgunin kundu áhoyrararnir merkja sær aftanfyri oyrað, at talan var um ungar og góðar tónleikarar, ið megnaðu ikki heilt løttu stykkini sera væl. Talan var ikki bert um at leika, men at leggja dygdir og kenslur í spæl og framførslu.
Fyri Tórshavnar Musikkskúla luttóku eisini í kappingini Johanna V. Jensen og Maria Michelsen, ið leika tvørfloytu. Johanna fekk 3. viðisløn og Maria fekk fekk diplom. Lærari er Andrea Heindriksdóttir.
Firvaldarnir floytaðu
Hugtakandi var at hoyra tær báðar Fríðhild og Bodil á samkomuni týsmorgunin.
Tær leiktu duett. Stykki fyri tvær tvørfloytur og klaver. Sera vakurt, men krevjandi stykki, ið eisini krevur samstarv.
Sum firvaldar leiktu tær leikandi lætt og sera sannførandi.
So sannførandi til kappingina í Keypmannahavn, at tær fingu eitt 1. pláss.
Lærari teirra er Katja Volovelskaja.
Tilsamans 102 luttakarar vóru við í kappingini hjá Berlingske Tidende. Tórshavnar Kommuna stuðlar næmingunum í Tórshavnar Musikkskúla, so gjørligt er at luttaka í slíkari kapping.
Virðislønirnar verða handaðar í konsertsalinum í Tivoli tann 17. maj klokkan 19:30.
Teir seks ungu tónlekararnir komu sostatt heim við fimm heiðursessum, harav Nes Sóknar Musikkskúli átti bestu plássini.