Fólk flest gleðast um ljósu tíðina, men øll eru ikki líka glað. Planet.fo fer vit at hyggja eftir nøkrum firtnum rokkabbum. fjórði firtni abbin er Trent Reznor Tann seinasti firnti maðurin á hesum sinni er oddamaðurin í Nine Inch Nail Trent Reznor, ið finsta harðliga at avstralsku deildini hjá Universal Music, ið Reznor heldur selur nýggju fløguna ?Year Zero? alt ov dýrt. Reznor hevur nevnliga funnið út av, at meðan tú kanst keypa seinastu fløguna hjá Avril Lavigne fyri 21.99 australskar dollarar, so skal tú rinda 34.99 australskar dollarar fyri seinastu Nine Inch Nails fløguna. Grundgevingin hjá plátufelagnum ?Down Under? er, at Nine Inch Nails hava so trúgvar fjepparar, at hesir vilja rinda hvat sum helst fyri hansara tónleik, meðan poppfløgurnar fara bíligari um diskin ? tí annars selja tær ikki.