Í dag klokkan 11:30 verður ársins uppgáva í First Lego League kunngjørd. Hetta verður í auluni á Føroya Læraraskúla.
First Lego League (FLL) er ein kapping, sum fer fram í nógvum londum runt heimin, og seinastu árini hevur eisini verið kappast í Føroyum. 14 lið ymsastaðni í Føroyum eru við í ár.
Umframt at fáa endaligu uppgávuorðingina at vita fáa tey eisini ein bana við lego-uppgávum. Hesar uppgávur skulu loysast av einum robotti, sum luttakararnir skulu byggja burturúr Lego. Á sjálvum uppgávudegnum skal robotturin síðani klára allar uml. 13 uppgávurnar uppá 2½ minutt.
Frá í dag og átta vikur fram sita spentir ungdómar í 10 til 16 ára aldri og byggja Lego, forrita robottar, gera tekniskar og ástøðiligar framløgur, sum alt skal standa sína roynd tann 13. november, tá ársins finala er.










