Firmakappingin byrjar aftur á FM1 í morgin

Klokkan 14.05 kappast Klaksvíkar Kommuna og Auto Service í Havn, og klokkan 14.30 kappast Wenzel og RV Tøkni

Í morgin byrjar Firmakappingin - Spurnarkappingin - á FM1 aftur.

Klokkan 14.05 kappast Klaksvíkar Kommuna og Auto Service í Havn, og klokkan 14.30 kappast Wenzel og RV Tøkni.

Ætlandi fara 32 fyritøkur/arbeiðspláss at kappast í vetur.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER