Firmafótbóltur í Gundadali

Fótbóltur: Seinasta leygardag skipaðið B36 fyri firmakapping í Gundadali

Upprunaliga varð talið av luttakandi liðum avmarkað til 32 lið, men orsakað av stóra áhuganum, varð hetta tal seinni økt upp í 40. Í minsta lagi 7 mans skuldu vera á hvørjum liði, og tá fleiri av liðunum harumframt høvdu skiftisleikarar við, vóru í alt einir 300 til 400 luttakarar til tiltakið.

Byrjað varð fyrrapartin leygardagin við innleiðandi bólkunum, og eftir at hesir vóru avgreiddir, varð farið víðari til sonevndu knock-out dystirnar, har taparin fór út, meðan vinnarin helt á fram í kappingini.

Eftir fleiri spennandi dystir harav nakrir máttu avgerast við brotssparkskapping, varð funnið fram til tey bæði seinastu liðini, og vórðu hesi bæði Eimskip og Føroya Banki.

Aftan á eina spennadi finalu, mátti liðið hjá Føroya Banka at enda lúta fyri Eimskip, sum vann eftir brotssparkskapping. Dysturin um 3. plássið varð ein uppgerð millum Politistøðina og Postverkið, og her máttu brotsspørk eisini til, áðrenn politistarnir at enda vunnu.

Eftir kappingina fekk vinnarin handa steyp fyri avriki, og var tað Byggifelagið Gunnar Waagstein, sum lat tey.

Nummar eitt, tvey og trý fingu harafturat heiðursmerkir, sum Farodane hevði latið.

Samanumtikið varð talan um um eitt sera væleydnað tiltak og ein hugnaligan dag, har allir luttakararnir sóu út til at hugna sær óført. Millum dystirnar høvdu leikararnir eisini møguleika at fáa sær smyrjibreyð og okkurt leskiligt aftuvið.