Finskur spenningur

Í bólki A eru Póland tryggjaðir eitt pláss, men liðið er ikki tryggjað eitt fyrsta pláss í bólkinum. Bert eitt stig skilur pólendingar og Portugisar á øðrum plássi, so Portugisar kunnu handa Pólendingum annað plássið, eftir dystirnar í kvøld

Hinvegin kunnu Portugal verða heintaðir av tríaranum í bólkinum, Finnlandi. Um Finnland vinnur uppgerðina í kvøld millum liðini bæði. Síðst liðini møttust, afturi í september síðsta ár, varð úrslitið javnleikur 1-1, hesin dystur varð spældur í Finnlandi. Verður tað til finskan sigur í kvøld, yvirtaka finnar annaðplássið í bólkinum og senda tessvegna Portugal úr stríðnum.

Norðmenn mugu vinna móti Malta, og samstundis vóna at Turkaland tapir móti Bosnia Herzegovina. So tað verður trupult hjá norðmonnum.