Finskur málmur á G!

Barren Earth verður millum nøvnini á G! Í summar

 

Finnland er av fremstu londum, tá tað kemur til málmstónleik, og finnar fáa eisini sítt umboð á G!, nú Barren Earth er komið á plakatina.

 

Limirnir í bólkunum eru ikki óroyndir. Eitt nú hava hesir spælt við Amorphis, Moonsorrow, Swallow The Sun og Kreator – og sjálvandi Hamferð, eftir at føroyski Jón Aldará í vár varð kunngjørdur sum nýggjur sangari í bólkinum.

 

Barren Earth spæla progressivan og melodiskan deyðsmálm, kryddaðan við elementum úr fólkatónleiki – ein samanrenning, ið fær íblástur úr teimum bólkunum, limirnir annars eru knýttir at. Samlað verður hetta eitt heilt serstakt og spennandi ljóð, ið hevur givið Barren Earth fjepparar um allan heimin.

 

Tónleikurin er myrkur, sveimandi og harður, og við Jón Aldará sum sangara hava Barren Earth ment seg og lagt eina eyka dramatiska síðu at tónleikinum.