Tað ríður stolta finska fólkinum, sum ein marra, at A-landsliðið hjá teimum ongantíð hevur spælt seg í eitt EM ella HM-endaspæl. Nú meta fótbóltsserfrøðingarnir hjá Finnlandi, at liðið hevur ein søguligan møguleika.
24 av av 54 limalondum í UEFA sleppa við til EM-endaspælið í Fraklandi, og Finnland kundi sambært serfrøðini ikki fingið ein frægari undanbólk, enn bólk F, har hini liðini eru Grikkaland, Føroyar, Norðurírland, Rumenia og Ungarn.
Antti Koivukangas, frásøgumaður og fótbóltsserfrøðingur hjá finska kringvarpinum, YLE er eirindaleysur í sínum kravi til finska liðið, sum fer á Tórsvøll klokkan 19.45 í kvøld. Finnland má og skal vinna dystin ímóti Føroyum.
- Nú ræður um hjá Finnlandi at gerast nummar eitt ella tvey í hesum bólkinum, tí triðja plássið í bólkinum gevur bert atgongd til tveir play off dystir ímóti einum landsliði úr einum sterkari bólki. Nú eru ongar umberingar. Vit kunnu ikki skylda uppá lutakastið, og vit kunnu ikki skylda uppá menningarætlanina hjá finska fótbóltssambandinum, sum hevur fokuserað uppá júst hesa undankappingina. "Mister Paatelainen you have one job" staðfestir Antti Koivukangas yvirfyri Mixu Paatelainen, sum er finskur landsliðsvenjari.
Finnland er undir trýsti frá frá finsku pressuni, og finska fótbóltsalmenninginum. Spurningurin er um føroyska landsliðið eisini megnar at leggja finnar undir trýst á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45?
Myndin av Antti Koivukangas er frá svenska.yle.fi.