Finski forsetin eftir útsøgn hjá Trump: Rólig

Nývaldi forseti Finnlands heitir á landsmenn um at taka tað púra róligt eftir viðmerkingina hjá Donald Trump um, at hann sum forseti ikki vil verja eitt Nato-land, sum ikki rindar nóg mikið til Nato.

 

Nývaldi forsetin í Finnlandi, Alexander Stubb, heitir á landsmenn sínar um at taka tað púra róligt hóast viðmerkingina hjá Trump. - Foto: Sergei Grits/Ritzau Scanpix

– Amerikonsk valstríð eru nógv øðrvísi enn finsk val. Og tann retorikkur, sum verður brúktur, er eitt sindur ógvusligari, segði nývaldi forsetin Alexander Stubb, í dag á einum tíðindafundi.

– Eg haldi, at tað er best í løtuni at taka tað púra róligt og hugsavna okkum um at byggja okkara Nato-limaskap, legði hann afturat.

Fyrrverandi forsetin, Donald Trump, roynir at gerast valevni hjá Republikanarunum, so hann kann endurvinna forsetaembæti í november.

/ritzau/Reuters

 

Nývaldi forsetin í Finnlandi, Alexander Stubb, heitir á landsmenn sínar um at taka tað púra róligt hóast viðmerkingina hjá Trump. - Foto: Sergei Grits/Ritzau Scanpix