Tann 18 ára gamli maðurin, sum drap sjey fólk í einum skúla í Finnlandi í gjár, doyði í gjárkvøldið Keldur á sjúkrahúsinum siga, at maðurin var illa særdur, eftir at hann hevði skotið seg í høvdið, og í gjárkvøldið doyði hann.
Sostatt kravdi skottilburðurin í gjár átta mannalív, og umleið 10 vórðu særd.
Finska fólkið er skelkað av tilburðinum, og Matti Vanhanen, forsætisráðharri, segði í gjár, at hópdrápið er ein ófatiligur sorgarleikur.