Finska vápnalógin endurskoðast

Finsku myndugleikarnir fara at endurskoða ta lagaligu vápnalógina Finski forsætisráðharrin, Matti Vanhanen, segði í dag, at politikararnir fara at endurskoða galdandi vápnalóg.

Við kringvarpið YLE segði Vanhanen, at politikararnir skulu millum annað kanna, um tað er rætt, at 15 ára gomul hava loyvi til at eiga vápn.

Sambært løgregluni eiga privatfólk í Finnlandi 1,6 millión vápn, og umleið 650.000 finnlendingar hava vápnaloyvi.