Finsk songstjørna vitjar í Føroyum

Í kvøld verður møguleiki at hoyra finsku songstjørnuna Emmu Salokoski, ið telist millum best dámdu tónleikanøvn í heimlandinum.

Tónleikastílurin  hjá Emmu  er “singer-songwriter”.  Hon hevur ofta ligið ovarliga á finska Topp 10 hittlistanum og hevur givið út  30 fløgur.

Tónleikurin  verður umrøddur,  sum “akustiskur og sveimandi popptónleikur. Har eru gandakendar løtur, episkir stemningar og intimar løtumyndir” Røddin hjá Emmu skapar eitt stað, har tú kanst goyma teg eina løtu og finna frið frá tí  annars strongda gerandisdegnum.  Har er lekjandi og nørandi styrki at heinta” sigur stjórin fyri Warner music Finnland, Lasse Kurki.



Umframt at vera sangari  hevur Emma eisini holla útbúgving innan tónleik . Hon hevur m.a  útbúgving sum bratsch spælari frá konservatorium í Helsinki og á Kulturama í Stokkholm.  Eisini hevur hon lisið á jazz- og poppkonservatoriunum á Sibeliusakademinium í Helsinki og í Keypmannahavn.



Emma og hennara bólkur komu til Føroyar fyrr í vikuni og hava upplivað ymiskt á føroyaferðini. M.a. hava tey vitja “Block Studio” í Havn,  Østrøm og eisini hava tey koyrt runt í Føroyum og hava m.a. verið í Saksun og í Gjógv.

Konsertin í kvøld er ein partur av stóra finska tiltakinum "Land í eygsjón!" Norðurlandahúsið fer í vár undir nýtt árligt listatiltak,  har sjóneykan verður sett á eitt norðurland í eina heila viku. Fyrst á breddanum er Finnland.

Tey sum eru við Emmu eru Lauri Porra - bassgittar; Tuomo Prättälä – klaver;  Peter Engberg – gittar;  
Ville Pynssi –trummur og teknikari er Ilari Suonpää
Konsertin hja Emmu Salokoski og orkestri byrjar íkvøld  kl.19.30 í Klingruni í

 

Lagið omanfyri Verden alla hevur t.d. verið spælt  1.7 mill. Ferðir á Youtube