Hósdagin 6. februar framførir víðagitna finska songkvinnan Emma Salokoski við bólki sínum í Norðurlandahúsinum
Emma Salokoski er ein stjørna a finska singer-songwriter pallinum. Honn hevur lisið bæði bratsch og sang og musical í konservatorium í Helsinki og á Kulturama í Stokkholm, í jazz- og poppkonservatoriunum á Sibeliusakademiinium í Helsinki, og í Keypmannahavn.
Við einum útgávulista við upp móti 30 fløgum og stóra solo og ensemblekarrieru, hevur hon í fleiri førum ligið heilt ovarliga á topp 10 úrgávulistunum í Finnlandi.
Hennara tónleikur verður umrøddur sum akustiskur og sveimandi popptónleikur. Har eru gandakend eygablikk, episkar stemningar og intimar løtumyndir.
- Røddin hjá Emmu skapar eitt stað, har tú kanst goyma teg eina løtu og finna frið frá gerandisstrongdina. Har er lekjandi og nørandi styrki at heinta, sigur stjórin fyri Warner music Finnland, Lasse Kurki.
Konsertin er ein partur av stóra finska tiltakinum "Land í eygsjón!”, ið verður í Norðurlandahúsinum.
Norðurlandahúsið fer í vár undir nýtt árligt listatiltak, har sjóneykan verður sett á eitt norðurland í eina heila viku. Fyrst á breddanum er Finnland. Vit bjóða fleiri av mætastu listaprofilunum higar at framføra og at sýna fram sína list.