Finnur verður klárur til steypafinaluna

Venjarin hjá Víkingi væntar, at framherjin hjá Víkingi verður tøkur aftur til steypafinaluna eftir skaða

Í farnu viku klovnaði eitt bein í fótinum undir venjing hjá framherjanum hjá Víkingi, Finni Justisnussen. Ivi varð beinanvegin sáddur, um áleyparin mundi fara at blíva klárur til steypafinaluna 27. august, men tað væntar venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, at hann verður.

 

Seinastu vikuna hevur Finnur Justinussen havt ein stivla á eina fótinum, og tað hevur bara borið til hjá honum at sitið á innandurasúkklu og vant. Hóast hann ikki er komin út á vøllin at venja enn, so tykist Sámal Erik Hentze at vera sannførdur um, at Finnur Justinussen spælir við í steypafinaluni 27. august, sum er ímóti KÍ.

 

- Finnur er væntandi skaddur í tvær vikur afturat, so eg vóni og vænti, at hann er tøkur til steypafinaluna, sigur Sámal Erik Hentze í viðmerking við in.fo.

 

Men undir øllum umstøðum spælir Finnur Justinussen ikki við í tveimum teimum komandi landskappingardystunum hjá Víkingi, sum eru ímóti ÍF og Skála.