Finnur skoraði við fyrstu nerting

Útisetar: Føroysku útisetarnir halda fram við at skjóta mál

Fremad Amager spældi um vikuskiftið venjingardysti í Svøríki móti Trelleborg, sum vann 4-2. Finnur Justinussen skoraði fyri Fremad Amager, meðan Heini Vatnsdal eisini var á vøllinum.

 

Les eisini: Finnur skoraði hattrik

 

Okkurt bendir á, at føroysku útisetarnir í Danmark klára seg væl í uppstartinum. Fyrr í vikuni hava bæði Brandur H. Olsen og Hallur Hansson verið á máltalvuni.

 

Í gjár kom so Finnur Justinussen aftur á máltalvuna fyri Fremad Amager, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Hann bleiv skiftur inn í seinna hálvleiki í venjingardystinum móti Trelleborg, og minkaði um munin til 3-2. Mál bleiv skotið við fyrstu nertingini hjá honum á vøllinum.

 

Úr Fremad Amager verður sagt, at liðið skuldi havt vunnið dystin.