Finnur Justinussen og liðfelagarnir í Næstved kunnu í hesari løtu hátíðarhalda, at teir eru fluttir upp í næstbestu donsku fótbóltsdeildina.
Tað gjørdi Næstved í stórum stíli, tá teir á heimavølli fyri løtu síðani vunnu stórsigur 4-0 á Middelfart. Finnur Justinussen gjørdi sítt í álopinum. Tá eitt stórt korter var farið legði hann Næstved á odda 1-0. Næstved var á odda 3-0 í steðginum, og tá bert fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti Finnur Justinussen til 4-0.
Middelfart hevur verið eitt eydnislið hjá Finni Justinussen. Seinast liðini møttust í Middelfart skoraði Finnur Justinussen eisini tvey mál.
Finnur Justinussen hevur skotið níggju mál fyri Næstved síðani hann var leigaður út frá Fremad Amager.
Næstved liggur á øðrum plássi í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku deildini við 42 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika. Jammerbugt á triðja plássi hevur 35 stig, og kann í mesta lagi røkka 41 stigum, so uppflytingin hjá Finni Justinussen og Næstved er tryggjað.
Støðan:
1
20
37
48
2
20
19
42
3
20
10
35
4
20
-4
31
5
20
0
30
6
20
-1
27
7
20
-1
26
8
20
-15
23
9
20
-1
22
10
20
-9
21
11
20
-9
20
12
20
-26
11