Finnur og liðfelagarnir taptu á heimavølli

Fremad Amager tapti á heimavølli ímóti Fredericia fyrr í dag

Heini Vatnsdal var ikki við í dag, men Finnur Justinussen kom á vøllin tá 74 minuttir vóru farnir av dystinum á leikvøllinum í Sundby á Amager, tá lið teirra, Fremad Amager tapti 1-3 ímóti Fredericia.

 

Dennis Høgh legði Fredericia á odda tá 19 minuttir vóru farnir. Beint undan steðginum javnaði Morten Nordstrand fyri Fremad Amager, og gott lag var á heimafólkunum tá farið var til hálvleiks.

 

Tá 72 minuttir vóru farnir legði Christian Sørensen Fredericia á odda 2-1, og stutt aftaná kom Finnur Justinussen á vøllin fyri at hjálpa heimaliðnum at venda gongdini, men tað eydnaðist ikki. Í 88. minutti staðfesti Brent McGrath sigurin hjá Fredericia. 

 

Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð á leikvøllinum í Sundby. Tá tekur Fremad Amager ímóti Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen á liðnum.

 

Liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted spælir í annaðkvøld á útivølli ímóti Vendsyssel FF. Týskvøldið taka Viljormur Davidsen og teir í Vejle ímóti HB Køge.

 

Støðan:

 

1

Vejle 

16

10

4

2

28

16

12

34

2

Thisted

16

9

4

3

29

21

8

31

3

Vendsyssel FF

16

8

5

3

32

20

12

29

4

Esbjerg 

17

8

4

5

31

21

10

28

5

HB Køge

16

7

4

5

23

16

7

25

6

Viborg

17

7

4

6

34

28

6

25

7

FC Roskilde

17

6

3

8

25

29

-4

21

8

Nykøbing FC

16

6

3

7

22

27

-5

21

9

Fredericia

16

5

5

6

29

26

3

20

10

Fremad Amager

17

5

2

10

12

30

-18

17

11

Brabrand

17

3

4

10

16

36

-20

13

12

Skive

17

2

4

11

24

35

-11

10