Málið hjá TB er eftir niðurflytingina í fjør at endurvinna plássið í bestu deildini.
Undan kappingarbyrjan í ár var danski Dan Jensen nýggjur TB venjari, og talan hevur verið um nógvar skiftingar í hópinum hjá TB, sum í fjør flutti niður við trimum stigum.
Úrslitini higartil í ár siga, at TB hevur fótað sær. Í dag vann TB 2-1 á útivølli í Leirvík, og eftir seks umfør hevur TB vunnið fýra dystir og tapt tveir. Úrtøkan er 12 stig, ið er sama úrtøkan, sum B71 hevur. Tað sær út til, at tað vera hesi bæði liðini, sum saman við ÍF fara at kappast um tey bæði uppflytingarplássini.
Rani Hansen legði beinanvegin Víking á odda í Leirvík. Uppleggið átti Jákup Andrias Thomsen.
Víkingur var frammanfyri, inntil seinni hálvleikur var tveir minuttir gamal. Tá javnaði TB. Málskjútti var Ragnar Tausen, og uppleggið átti Jens Erik Bruhn. Fýra minuttir seinni var Ragnar Tausen aftur upp á spæl, tá ið hann legði TB á odda 2-1. Hetta vísti seg at vera TB sigursmálið.
Næsti dystur hjá TB verður fríggjakvøldið á heimavølli ímóti KÍ.
Víkingur hevur nú tapt tveir dystir á rað, og úrtøkan úr seks teimum fyrstu umførunum er sjey stig. Fríggjadagin fær Víkingur vitjan av B71.
Hjá teimum í leguni hjá Víkingi var tað hugaligt í dag, at bæði Finnur Justinussen og Ari Olsen fyri fyrstu ferð í eitt ár vóru á Vøllinum. Teir vórðu skiftir inn, tá ið ein hálvur tími var eftir. Felags fyri teir báðar er, at teir í eitt ár hava stríðst og vant fyri at koma fyri seg aftur, eftir at teir báðir síðsta vár vóru illa skaddir, tá ið krossbandið í knænum slitnaði.